Fyrrverandi føroyski A-landsliðsverjuspælarin, Rógvi Baldvinsson, og lið hansara, Algård, sum dagliga kappast í norsku 2. deild, triðbestu fótbóltsdeildini í Noregi, spældu í dag dyst í norsku steypakappingini. Talan varð um dyst í fyrsta umfarinum í steypakappingini.
Algård hevði fína vitjan. Lokala stórliðið, Viking Stavanger var á vitjan, og teir vóru als ikki útiblíðir. 1224 áskoðarar sóu Viking Stavanger vinna heili 7-0, aftaná hálvleiksstøðuna 3-0. Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin í verjuni hjá Algård.
Málini fullu soleiðis : 0-1 Osita Chikere (17.), 0-2 Yann-Erik de Lanlay (28.), 0-3 Chikere (35.), 0-4 Vidar Nisja (65.), 0-5 Jón Dadi Bödvarsson (88.), 0-6 Bödvarsson (90.), 0-7 Bödvarsson (90.)