Føroyski verjuleikarin, Rógvi Baldvinsson, sum fyri fáum árum síðani var fastur partur av føroysku miðverjuni, er hetta seinasta árið gliðin eitt sindur út úr landsliðshitanum.
Men sambært heimasíðuni bold.dk, hevur Rógvi Baldvinsson ætlanir um at koma aftur á føroyska landsliðið. Heimasíðan skrivar, at Rógvi Baldvinsson hevur verið til royndarvenjing í danska felagnum Vendsyssel FF, har Hallur Hansson eisini leikar.
Sambært ítróttarstjóranum í Vendsyssel, Jakob Kruger, er Rógvi Baldvinsson eisini sinnaður at skifta til Vendsyssel, men Vendsyssel hevur ikki tikið støðu enn, um tað verður til nakran sáttmála.
- Sum støðan er í løtuni, eru vit væl dekkaðir til verjuplássini. Vit arbeiða í løtuni við at styrkja liðið til tey framrættaðu plássini, so eg dugi ikki at siga enn, um vit gera sáttmála við Rógva Baldvinsson. Jakob Kruger sigur tó, at teir ikki eru avvísandi yvirfyri føroyska verjuleikaranum.
25 ára gamli Rógvi Baldvinsson er skrásettur fyri 19 dystir á føroyska a-landsliðnum. Hann hevur harafturat eisini skora eitt mál, sum hann skoraði í heimadystinum móti Svøríki í oktober í 2012.