Rógvi Baldvinsson fekk "comeback"

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Verjuspælarin fegnast um at verða við aftur í hópinum, men ergrar seg um tapið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rógva Baldvinsson, sum gjørdi "comeback" á føroyska fótbóltslandsliðnum, tá hann kom inn í seinna hálvleiki í dystinum ímóti Norðurírlandi í kvøld.

 

Rógvi fegnast um at verða í landsliðshitanum aftur, og hann fegnast um nýggju og nógv betraðu umstøðurnar á Tórsvølli, har áskoðararnir eru væl við og stuðla. Men Rógvi ergrar seg, sum liðfelagarnir um keðiliga 1-3 tapið ímóti Norðurírlandi í kvøld.