Auður, sum báturin eitur, fór úr Kristiansand í Noregi tann 17. mai í fjør, og eftir ein steðg í Orkneyoyggjunum róðu teir fýra menninir til Føroya.
Ætlanin var at halda fram til Íslands tá, men ólagalig líkindi gjørdu, at tann seinasti teinurin á ferðini bleiv útsettur til í ár.
Teinurin úr Føroyum til Íslands er 240 fjórðingar, og ætlanin hjá bátsmenningini er at rógva til Høfn í Hornafirði ella inn á Djúpavág.