Rógva á Norðurhavnini í dag

Stór kappróðrarstevna er í Keypmannahavn seinnapartin

Aftur í ár verður skipað fyri Norðurhavns Regatta í Keypmannahavn.

 

 

Stóra kappróðrarstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum plagar at savna rættiliga nógv saman.

 

 

Ein stórur partur av føroyingum, sum búgva í Kepmannahavn og har á leið, eru rættiliga virknir innan kappróður, og fleiri manningar luttaka eisini í kappróðrinum í dag.

 

 

Tiltakið byrjar klokkan 14 danska tíð, tá Edmund Joensen, fólkatingslimur, setur stevnuna.

 

 

Umframt kappróður er eisini ymiskt undirhald, tónleikur og dansur á skránni.

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Edmund S. Jacobsen, ið er ein av fyriskiparunum, greiða frá Norðurhavns Regatta 2014.