Starvsfólkini í Kovanum fara í summarfrí nú Vestanstevna er, og arbeiðið verður tikið upp aftur um hálvan august. Framleiðslan nú upp undir Vestanstevnuna hevur bert verið rongdósir til føroyska marknaðin, og sum skilst á stjóranum, Magna Thomassen, økist eftirspurningurin í Føroyum eftir rogndósum frá Kovanum í Sandavági.
90 % av marknaðinum
Føroyingurin vil hava góða vøru, og sambært Magna Thomassen, eigur Kovin nú 90 prosent av føroyska marknaðinum. Framleiðslan í fjør var 100.000 dósir, og hetta er eisini tað, sum framleitt verður eitt ár fram. Tá rognframleiðslan er, starvast 9 fólk á Kovanum.
Áðrenn farið varð undir framleiðsluna av rogndósum, niðursjóðaði Kovin rækjur í dósir til týsku stórfyritøkuna »Aldi«. Rávøran varð keypt frá Rækjuvirkinum á Oyri, men sum skilst á Magna Thomassen er hetta ikki so lønandi framleiðsla, tá rávøran hevur verið nakað dýr at keypa.
Týska stórfyritøkan »Aldi« keypti 800.000 dósir av niðursdjóðaðum rækjum frá Kovanum í ár. Tá rækjur verða niðursjóðaðar, starvast eini 20 fólk á Kovanum.
Fleiri milliónir dósir
Men framleiðslan á Kovanum kundi verið meiri støðug, enn hon er, um Kovin fekk nóg mikið av rávøru. Magni Thomassen sigur, at fekk Kovin livur, hevði arbeiðið verið á Kovanum alt døgnið til eini 20 fólk.
? Vit hava fyrispurningar um fleiri milliónir dósir av niðursjóðaðari livur til útlendska marknaðin, men eingin áhugi er hjá nøkrum at taka livrina úr fiskinum. Lættari er bara at tveita hana í havið aftur, sigur Magni Thomassen og harmast um, at so er.