Rogersavtala av ongum

Sp/f Holmen, sum hevði átikið sær at skipa fyri Rogers konsertum í Føroyum, sigur, at umboðið hjá felagnum hevur snýtt teir, og tí er konsertin endaliga avlýst Sum Sosialurin skrivaði seinasta hósdag, so kemur Kenny Rogers ikki til Føroya.

 

Tað staðfestir Sp/f Holmen, sum í februar avdúkaði, at konsertir skuldu verða við Kenny Rogers í høllini á Hálsi í septembur 2009, í tíðindaskrivi, har teir eisini vísa á, at teir eru snýttir av umboðsmanninum hjá felagnum.

 

Tá Sosialurin skrivaði, at konsertirnar vóru avlýstar, søgdu fyriskipararnir seg vita av ongum, samstundis sum teir komu við einum telduposti, ið skuldi prógva, at teir framvegis høvdu kenda kontrisangaran.

 

Nú vita vit, at telduposturin ikki var verdur teldupostadressuna, hann varð sendur frá. Og at tá Sosialurin skrivaði, at Kenny Rogers ikki kom til Føroya hóast alt, var longu tað endaliga avgjørt.

 

Sp/f Holmen staðfestir eisini, at fólk við atgongumerkjum fáa peningin aftur.

- Vit vilja heita á fólk, sum hava keypt atgongumerkir um at senda tey til postboks 1390, 110 Tórshavn og viðmerkja navn, telefonnummar, bústað og hvaðani atgongumerkið varð keypt innan 1. august 2009, so vit kunnu gjalda upphæddina aftur, skrivar Sp/f Holmen í tíðindaskrivi.