Roger Moore er deyður

- Kendi James Bond sjónleikarin er deyður, skrivar familjan í dag.

Sir Roger Moore er deyður í dag  89 ára gamal. Tað skrivar familja hansara á teirra Twitter síðu, sambært Ritzau.  

 

 

Bretski sjónleikarin er einamest kendur fyri sín leiklut í aktionfilmum, serliga sum James Bond í tíðarskeiðinum 1973-1985. 

 

 

Moore varð fyrstu ferð at síggja á skíggjanum sum James Bond í 1973, tá ið hann var í filminum Live and let Die, har tónleikurin varð skrivaður av sjálvasta Paul McCartney. Hann spældi eisini James Bond filmarnar The Man with the Golden Gun í 1974, The Spy Who Loved Me frá 1977. Hann spældi Moonraker frá 1979, For Your Eyes Only í 1981, Octopussy frá 1983 og A View To Kill frá 1985. 

 

 

Hann fekk prostatakrabbamein í 1993, men eftir eina skurðviðger varð hann staðfestur frískur. Í 1999 fekk hann heiðurin sum Commander of the British Empire, og tann 14. juni í 2003 heiðurin Knight Commander of the British Empire.