Rørini til heita vatnið verða løgd

Nú er gongd komin á at leggja rørini, sum skulu føra avlopshita frá Vágsverkinum hjá SEV til langhylin í Vági.

Nú er gongd komin á at leggja rørini, sum skulu føra avlopshita frá Vágsverkinum hjá SEV til langhylin í Vági.

 

 

Eftir at rørini eru løgd, verða tey bjálvaði, skrivar svimjihollin.com.

 

Rørini verða knýtt í hitavekslara, sum hitar upp vatnið í tí 20.000  l. stóra heitvatns-tanganum í Páls Høll, sum so aftur verður brúkt at hita upp svimjihylarnar í langhylinum.