Rørgull í Havnar Kirkju í morgin

Í morgin, leygardagin, verður Matiné í Havnar kirkju

Leygardagin 16. apríl kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju.

 

Tað er bólkurin “Rørgull”, sum fer at spæla.

 

Rørgull er eitt lítið orkestur, sum er sett saman av obo- og fagottspælarum.

 

Hetta samanspælið er nýtt, bert eitt hálvt ára gamalt, og somuleiðis verður hetta eisini tann fyrsta konsertin, ið Rørgull hevur.

 

Øll eru hjartliga vælkomin!

 

Skrá

 

1. Marche G-dur: Händel

2. Trio sonata: Telemann

3. Nú sprettir á fold og spírar: Højgaard/Bæk

4. Ein steinstólpa: Hoydal/Bæk

5. Fagott sonata: Telemann (fagottduet)

6. Sonata: Fasch

7. Erleucht doch unsern Sinn und Hertz: Bach

 

##med2##

 

##med3##