Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, biður nú løgtingið um loyvi at brúka 1,5 millión krónur til at gera tær mest átrokandi ábøturnar á Røktarheimið á Sýnuni í Miðvági. Eykajáttanin er borin í løgtingið ídag.
Flestu pengarnir fara til at umvæla køkin, sum er soppafongdur av manglandi útlufting. Eisini skulu pengar brúkast til at skifta síðsta triðingin av takinum á bygninginum, umframt gera rýmingarleiðina trygga at ganga á.
Á fíggjarlógini í ár eru fýra milliónir krónur settar av til at høvuðsumvæla heimið á Sýnini. Men pengarnir eru ongantíð brúktir, tí landið og kommunurnar eru ósamdar um, hvussu stóran part av samlaða umvælingararbeiðinum hvør skal gjalda. Løgtingið setti sum treyt fyri at brúka pengarnar, at semja fekst um fíggjarliga býtið.
Í 2008 staðfesti ein umfatandi gjøgnumgongd hjá Landsverki, at Røktarheimið á Sýnuni krevur umfatandi viðlíkahaldsarbeiði.
Heimið bleiv bygt frá 1970 til 1972, men viðlíkahaldsarbeiðið er ikki gjørt. Tí staðfesti Landsverk í frágreiðingini frá 2008, at neyðugt er at gera umvælingar og ábøtur á bygningin fyri einar 33 milliónir krónur.
Tann 1,5 milliónin, sum landsstýriskvinnan nú biður um loyvi til at brúka, verður tikin av teimum fýra milliónunum, sum longu eru játtaðar til høvuðsumvælingina.
Pengarnir verða fluttir á játtanina, sum Landsverk umsitur, og sum skal brúkast til at umvæla almennar bygningar.
Les eisini:










