Røkja nú eisini farmaflutning til Sandoynna

Høj Flutningur á Strondum hevur nú yvirtikið Sandoyarleiðina.

Høj Flutningur á Strondum hevur nú yvirtikið Sandoyarleiðina.

 

Tað sigur Eliesar Høj á Strondum.

 

Bárður Olsen, sum hevur røkt Sandoyarleiðina seinastu tíðina, hevur selt til Høj Flutning og er farin í skúla.

 

– Vit hava síðani 2008 koyrt millum Havnina og Eysturoy og Havnina og Norðoyggjar, sigur Eliesar Høj.

 

Hesar leiðir hevur Høj Flutningur røkt við trimum bilum. Nú Sandoyarleiðin kemur afturat, verða fýra bilar í felagnum, tí ein skal røkja Sandoyarleiðina burturav.

 

Fýra mans koyra fast hjá Høj Flutningi.

 

Spurdur um ætlanin er at felagið skal dekka flutning um alt landið, sigur Eliesar Høj, at tað hava tey ikki ítøkiligar ætlanir um nú. Men við hesum verður so Sandoyggin partur av rutunetinum hjá Høj Flutningi.

 

Eliesar Høj, sum hevur Høj Flutning, er abbasonur Eliesar Høj á Strondum, sum hevur koyrt bil síðani fimmtiárini. Hóast hann nú er 78 ára gamal, so koyrir hann framvegis, og hann tekur javnan eina hond í hjá Høj Flutningi.