FÓTBÓLTUR: Felagið hjá Helgu Ellingsgaard, Rødovre, varð veruliga bukað, tá tær sunnudagin spældu á útivølli móti oddaliðnum í Elitudeildini, HEI.
Undan dystinum hevði HEI vunnið allar sínar átta dystir, og eftir dystin móti Rødovre hevur HEI framvegis fult stigatal, og er í roynd og veru einasti veruligi DM-kandidaturin.
Dystin móti Rødovre vunnu tær heili 11-0, eftir 6-0 í hálvleikinum.
Rødovre liggur framvegis á fjórða plássið, og í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin, sum verður leygardagin, spæla tær móti OB, sum er nr. 3.










