Viðkomandi legði Sjónvarpið undir at steðga raðsendingum mitt í øllum. Tær nevndu røðirnar vóru: »Vit halda saman«, »Beverly Hills« og »Wendy« og at enda enska røðin »Vinarbandið«.
Nú er tað soleiðis, at hesar røðir er keyptar frá TV2 og Sjónvarpið tí má laga seg eftir TV2 skránni. Røðin »Vinarbandið« varð steðgað, tí at TV2 tók røðina av skránni vegna ov lág hyggjaratøl. Og ikki var gjørligt at fáa teir írestandi fýra partarnar, fyrrenn teir vóru sendir í TV2. Hetta hevur Sjónvarpið boðað hyggjarunum frá í sendingini SvF um SvF. TV2 lovar at seta røðina á aftur skránna í mai/juni mánað. Og ætlanin er tá at endursenda frá 6. parti í SvF.
Røðin »Wendy« var í 65 pørtum sambært TV2 skránni og teir eru allir sendir. Pratur 65:65 varð sendur hóskvøldið 19.2.98 kl. 19.30. Í løtuni endursendir TV2 røðina.
»Vit halda saman« var í 25 pørtum sambært TV2 skránni og teir eru allir sendir. Partur 65:65 varð sendur hóskvøldið 19.2.98 kl. 19.30. Í løtuni endursendir TV2 røðina.
»Vit halda saman« var í 25 pørtum og seinasti partur varð sendur í SvF leygardagin 28.2.98. Í løtuni hevur TV2 ein steðg við røðini.
At enda »Beverly Hills 90210«, sum vit hava keypt. Og fara at senda skjótast gjørligt.
Sjónvarpið hevur ætlanir um at keypa framhald av øllum hesum nevndu røðunum, um TV2 sendir framhald av teimum.
Sjónvarp Føroya
Skrádeildin
Ivan Niclasen,
programleiðari