Fótbóltur
- Hetta er helst týdningarmesta venjarasetanin í søgu felagsins. Enskur fótbóltur er ávegis eini útskiljing, og skulu vit fylgja við teimum ovaru, so er neyðugt, at vit vinna okkum upp millum fýra-fimm tey fremstu, har hundrað tals milliónirnar fyri Champions League luttøku eru at finna.
Nakað soleiðis tók Newcastle-formaðurin, Freddy Shepherd til, tá Glenn Roeder fyri góðum ári síðani varð settur sum venjari hjá Newcastle. Ein setan, sum tók sína tíð, tí undantaksloyvi kravdist, tá Roeder ikki heðvi kravda UEFA-pro venjaraprógvið.
Men í dag er greitt, at Roeder ongan tíð rakk setninginum. Sunnukvøldið stóð fyrrverandi manager í Newcastle á CV hansara, og við stóru orðunum hjá Shepherd í huga var einki undarligt í hesum. Og tað ásannaði Roeder eisini sjálvur.
- Eg skilji væl avgerðina. Tey, sum standa Newcastle nær, vilja síggja eitt lið, sum vinnur. Tað er eisini tað, sum eg mest av øllum ynski, men tað hevur ikki eydnast okkum.
Allardyce lúrir
Gitingar um komandi venjaran fóru skjótt at ganga. Heitasti favoritturin tykist vera Sam Allardyce, sum í farnu viku gavst í Bolton eftir nøkur framúr ár, har hann hevur leitt felagið móti europisku plássunum.
- Eg havi als ikki tosað við Sam Allardyce í seinastuni, og eg veit ikki, hvaðani hesin slaturin stavar, sigur Freddy Shepherd.
Allardyce var annars maðurin, sum upprunaliga skuldi hava sessin í Newcastle. Ta ferðina valdi hann tó at halda fram í Bolton, og tí fall valið ístaðin á Roeder.
Í bakspeglinum má so eisini sigast, at Roeder hevur havt tað alt annað enn lætt. Undan byrjanini av fyrsta heila kappingarári hansara í Newcastle misti felagið Michael Owen, sum fekk krossbandsskaða í landsdysti. Tað noyddi felagið at nýta allan tøkan transfer-pening til Obafemi Martins, og tí varð avmarkað, hvørjar broytingar Roeder kundi gera. Ikki minst, tá hugsað verður um, at undanmaður hansars, Graeme Souness, nýtti á leið £50.000.000 til keyp av spælarum. Ein upphædd, sum hevur drenað annars fíggjarliga sterka Newcastle.










