18 ára gamli Jack Rodwell er nýggjasta stjørnuskotið hjá Everton, og har metir venjarin, David Moyes, at spælarin hevur møguleika at gerast minst líka góður sum Wayne Rooney, ið eisini er úr Everton. – Wayne er vorðin ein stjørna, men vit hava eisini aðrar spælarar ávegis. Ein teirra er Rodwell, sum hevur eins stórt potentiali, hóast hann spælir á øðrum plássi, sigur Moyes. Rodwell spælir fyri tað mest sum verjukendur miðvallari, men kortini hevur hann longu skorað tvær ferðir hetta kappingarárið.










