Róðrarsamband Føroya hevur nú tikið avgerð í málinum um róðurin hjá 6-mannaførum við monnum.
Ítróttadómstólurin gav fyrr í vikuni Havnar Róðrarfelag viðhald í kæru síni, um at róðurin átti at verið skotin av, eftir at Gongurólvur hekk fastur í startinum.
Ítróttadómstólurin sendi málið aftur til Róðrarsambandi við boð um, at taka eina avgerð í málinum, hvørt róðurin skuldi rógvast umaftur ella úrslitið av róðrinum strikast.
Les eisini Umróður ella striking
Nú hevur Róðrarsambandið havt nevndarfund og avgjørt at strika róðurin. Tað varð beinanvegin ført fram, at tað kundi gerast torført at rógva róðurin av nýggjum, orsaka av at so langt er liðið út á róðrarárið. Harumframt hevur onkur peikað á, at manningarnar á onkrum av bátunum eru nógv broyttar síðani Sundalagsstevnuna, og tí er ivasamt, hvussu rættvísur ein umróður vildi verið, við tað, at tað ikki hevði verið sama manning, ið róði.
Men alt slíkt kjak er nú lagt deytt, við tað at Róðrarsamband Føroya hevur avgjørt, at strika róðurin og ikki rógva hann umaftur.
Samlaða støðan sær tí soleiðis út nú:
Nr. 1 Hvessingur 31 stig
Nr. 2 Jarnbardur 28 stig
Nr. 3 Páll Fangi 20 stig
Nr. 4 Sølmundur 16 stig
Nr. 5 Tvørabáturin 16 stig
Nr. 6 Rádni 14 stig
Nr. 7 Gongurólvur 7 stig
Nr. 8 Lómur 6 stig
Nr. 9 Smyril 2 stig
Nr. 10 Kollfirðingur 0 stig
Strikingin ger, at eitt sindur av spenningi er komin aftur í stríðið um FM. Hvessingur vann róðurin og argasti kappingarneytin Jarnbardur kom á 3. plássi. Hvessingur fekk altso trý stig meiri enn Jarnbardur á Sundalagsstevnu, trý stig, sum teir nú hava mist aftur.
Við einans einum róðuri eftir, á Ólavsøku, hevði Hvessingur so gott sum tryggja sær FM-heiti, meðan ein lítil vón nú aftur er kveikt í hjørtunum á røðarunum á Jarnbardi.