Róðu teinæring úr Mykinesi til Havnar

Tað tók 16 monnum um 10 tímar at rógva teinæringin, Royð, úr Mykinesi til Havnar.

Ein teinæringur er eitt 20-mannafar, ein bátur við 10 árum í hvørjum borði.

 

Royður hevur staðið í Mykinesi í nakrar dagar. Menninir róðu hann úr Kirkjubø til Mykinesar fyrr í mánaðin. Tað tók eisini 10 tímar, men tá var veðrið ikki so gott sum í dag, sigur Jón Kragesteen, sum var ein av rógvarunum.

 

Teir fóru úr Mykinesi á middegi í dag, mikudagin, og komu til Havnar beint fyri klokkan 10 í kvøld.

 

Tað er eitt felag í Havn, sum læt teinæringin byggja í fjør, og tað er Kaj Hammer, bátasmiðjur, sum hevur smíðað. Teinæringurin er 40 føtur til longdar. Teir stóru útróðrarbátarnir eru til samanberingar 36 føtur.

 

 

Teinæringur er gamal í Føroyum, men teir hava verið sjáldsamir. Svabo skrivar um ein teinæring í Mykinesi í 1600-talinum, og sagt verður eisini frá einum teinæringi í Norðoyggjum.


Men summi halda, at talan er um hendan sama mykinesbátin, sum er endaður í Norðoyggjum.

 

Flerir myndir kunnu síggjast í myndatema niðanfyri: in.fo/index.php