Í vikuni kom Rodrigo Silva aftur til KÍ, har hann spældi í 2008 og skoraði 11 mál í 24 dystum. Vónin er, at hann framvegis hevur somu framrættaðu eginleikarnar, sum hann vísti í 2008. Í gjár vandi Rodrigo Silva fyri fyrstu ferð í Klaksvík.
Les eisini: Rodrigo aftur til KÍ
- Rodrigo er væl fyri, og fyrsta venjingin vísti, at hann framvegis hevur nógvar av offensivu kvalitetunum, sum vit minnast hann fyri. Hann er ikki í toppformi, men tað kunnu miðvís venjing og dystir fáa upp á pláss, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ.
Fyribils er avtalan, at Rodrigo Silva skal venja við KÍ í eina tíð, aðrenn nøkur avgerð verður tikin um sáttmáli skal gerast.
- Avtalan er, at Rodrigo roynir seg í venjing og dysti hjá okkum í eina tíð, áðrenn vit taka støðu til, um sáttmáli skal gerast, sigur Eyðun Klakstein.
Páll Klettskarð hevur ein afturvendandi skaða í fótinum, sum argar hann fyri tíðina. Hann mátti geva avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum, og kláraði bara at spæla í eina hálvan tíma í Klaksvíkskapingini.
Hetta er helst eisini ein av orsøkunum, at KÍ hevur verið úti eftir Rodrigo Silva. Hóast hann ikki er beinleiðis áleypari, so kann hann styrkja um álopspartin.
KÍ skal hóskvøldið spæla móti Skála. Tá sleppur Rodrigo Silva aftur at royna seg í KÍ troyggjuni.