Klaksvíkingar hava eisini latið væl at brasilianska framherjanum.
Undir venjingardysti fríggjakvøldið móti ÍF var Rodrigo so mikið óheppin at fáa tægraslit. Framvegis er ikki staðfest, hvussu álvarsamur skaðin er, men framherjin verður neyvan tøkur hjá Eyðini Klakkstein, venjara hjá KÍ, komandi vikurnar. - Eg dugi als ikki at siga, hvussu leingi tað verður til hetta kemur í rættlag aftur, sigur Rodrigo við Norðlýsið.










