Norðlýsið skrivar á heimasíðu sínari, at leiðslan í KÍ nú váttar, at Rodrigo Silva ikki longur er partur av hópinum hjá KÍ.
Brasilski áleyparin hevur áður spælt við KÍ, og tað var mett stórur styrkur, tá hann í vár gjørdi avtalu um at koma aftur til KÍ. Hann hevur í ár spælt við í 17 dystum, har hann hevur skotið 4 mál, men hvørki dystir ella mál verða nú fleiri fyri KÍ.
Fleiri av seinastu umførunum hevur Rodrio verið á beinkinum, og tá KÍ seinasta sunnudag vann 1-0 á B36, var Rodrigo als ikki í hópinum.