Í Klaksvík hava tey seinastu tíðina arbeitt við at styrkja um álopspartin á liðnum. Seinastu vikurnar hevur brasilski Rodrigo vant við felagnum, og hetta hevur gingist somikið væl, at sáttmáli nú er undirskrivaður. Tað veit Norðlýsið at siga.
Rodrigo spældi við KÍ í 2008, og ta ferðina skeyt hann 11 mál í 23 dystum. Hann vísti seg sum ein skjótan og tekniskt góðan spælara, sum eisini var sera vandamikil framman fyri mótstøðumálið.
Rodrigo er triði útlendski spælarin, sum kemur í KÍ-hópin í ár. Undan hesum hevur felagið gjørt sáttmála við Ndende og Jonas Flindt Rasmussen. Talan er soleiðis um tríggjar útlendingar, sum allir hava royndir úr bestu føroysku deildini. Í aðrar mátar er talan um lokalan bul á liðnum.










