Rás2 fekk fyrr í kvøld orðið á ein fegnan KÍ-formann, Tummas Lervig, sum fegnast um, at Rodrigo, sum kappingarárið 2008 skeyt 11 mál í 23 dystum fyri KÍ, aftur verður at finna í besta hópinum hjá KÍ.
Tummas Lervig metir brasilska Rodrigo verða ein avgjørdan styrk fyri liðið hjá KÍ, bæði á vøllinum og uttanfyri. Við Ndende og Jonas Flindt Rasmussen metir Tummas Lervig, at KÍ hevur fingið tríggjar útlendskar spælarar, sum muna væl hjá KÍ.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Tummas Lervig segði við Rás2 fyrr í kvøld.