Róðrarsambandið heiðraði Torfinn Hammer

Torfinn Hammer fekk á ólavsøku heiðurin, ársins tak 2015, fyri sítt arbeiði innan kappróður.

Á ólavsøku handaði Róðrarsamband Føroya heiðurin ársins tak til ein persón, ið tey meta hevur verið ein eldsál fyri føroyskan kappróður.


Í ár fall valið á Torfinn Hammer, sum í nógv ár hevur virkað í kappróðrinum í Froðbiar Sókn. Tað skrivar heimasíðan Suðurrás.


Heiðurin verður latin fólkum, ið man ynskir at viðurkenna fyri ta tíð, orku og alsk, ið tey leggja í tjóðarítróttin.