Rodmundur Nielsen ivast í sínari støðu

Tað er ikki vist, at Rodmundur Nielsen fer á ting aftur sum varamaður fyri Fólkaflokkin. Tað sigur hann við Rás2 fyrrapartin.

Rodmundur Nielsen skuldi vera varamaður hjá Bjarna Djurholm í morgun. Tað var boðað frá í tinginum, at Rodmund Nielsen hevði ikki møguleika fyri at møta.

Rodmundur Nielsen hevði lítla tíð at práta í morgun, men hann sigur seg ikki vita, um hann ætlar sær á ting aftur.

Rodmundur Nielsen segði við Rás2, tá Poul Michelsen fór úr Fólkaflokkinum, at hann tekur undir við atfinningunum hjá Poul Michelsen. Rodmundur Nielsen segði, at hann hevur leingi verið vitandi um, at grundsjónarmiðini hjá flokkinum eru við at fjara burtur.

Kitty May Ellefsen hevur loyst Bjarna Djurholm av á tingfundinum í morgun.