Annað umfar í Champions League bólkaspælinum hevur verið spælt hesa vikuna. Í gjárkvøldið vóru helvtin av dystunum, meðan seinna helvtin varð spæld í kvøld.
Í Skotlandi tóku skotsku meistararnir úr Celtic ímóti vælkoyrandi Manchester City, sum undan dystinum høvdu vunnið allar sínar dystir undir nýggja venjaranum, Pep Guardiola. Men sigursrøðin hjá Pep Guardiola og Manchester City fekk í kvøld ein enda. Heldur óvæntað endaði dysturin millum Celtic og Manchester City við 3-3 javnleiki í einum frálíka væl spældum og undirhaldandi dysti.
Higartil hava flestu liðini sum hava spælt ímóti Manchester City havt tað trupult við at funnið røttu uppskriftina fyri at basa Pep Guardiola. Men fyrrverandi Liverpool venjarin, Brendan Rodgers, rakti í kvøld ótrúliga rætt. Celtic trýsti Manchester City langt uppi á vøllinum fleiri partar av dystinum, og til tíðir hevði Manchester City tað trupult við at spæla bóltin upp úr verjuni orsakað av ógvusliga trýstinum. Seinnu hálvu av seinna hálvleiki legði Celtic seg tó aftur fyri at verja eina stigið.
Í Týsklandi vann Barcelona 2-1 á útivølli móti Monchengladbach. Støðan var annars 1-0 til Monchengladbach í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki eydnaðis tað Barcelona at venda dystinum við málum frá Gerard Pique og Arda Turan.
Av øðrum spennandi dystum vann Atletico Madrid 1-0 á heimavølli móti Bayern Munchen, meðan Arsenal vann 2-0 á heimavølli móti Basel.
Úrslitini frá Champions League í kvøld:
Bólkur A:
Arsenal – Basel 2-0 (2-0)
Ludogorets – Paris Saint Germain 1-3 (1-1)
Bólkur B:
Besiktas – Dinamo Kiev 1-1 (1-0)
Napoli – Benfica 4-2 (1-0)
Bólkur C:
Borussia Monchengladbach – Barcelona 1-2 (1-0)
Celtic – Manchester City 3-3 (2-2)
Bólkur D:
Atletico Madrid – Bayern Munchen 1-0 (1-0)
FC Rostov – PSV Eindhoven 2-2 (2-2)










