Rodgers ávarar Klopp um høgar forvæntningar

Fyrrverandi Liverpool venjarin heldur leiðslan krevur gull, og einki minni enn tað

Fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Brendan Rodgers ávarar nú núverandi høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp um teir stóru forvæntningarnar, sum eru settir til starvið.

 

Í samrøðu við norðurírska blaðið "Belefast Telegraph" sigur Brendan Rodgers: - Tað er kanska ikki rætt av mær at gera viðmerkingar til hetta, tí Jürgen Klopp er ein dugnaligur venjari. Tað kemur at ganga nakað av tíð, áðrenn metodirnar og arbeiðshættirnir hjá honum fara at rigga. Hann hevur eisini nakrar góðar spælarar, staðfestir Brendan Rodgers.

 

Brendan Rodgers heldur tó ikki, at krøvini til Jürgen Klopp eru minni, enn tey vóru til hann, tá Brendan Rodgers sjálvur stóð á odda fyri Liverpool: - Forvæntningarnir hjá leiðsluni er, at Liverpool vinnur Premier League. Vit vóru ógvuliga nær við at eydnast við hesum í 2014, og tað er sjónligt, at Jürgen Klopp hevur tikið við starvinum, tí hann heldur, at hann megnar at vinna Premier League. Og tí valdi leiðslan í Liverpool eisini at seta Jürgen Klopp í starvið. Leiðslan helt, at eitt annað pláss ikki var nóg mikið, og bøtast mátti um hetta, sigur Brendan Rodgers við Belfast Telegraph. Brendan Rodgers vónar, at Jürgen Klopp fær tíð og umstøður til at arbeiða fram ímóti málinum. 

 

Um komandi áttandapartsfinalurnar í Europa League millum Liverpool og Manchester United sigur Brendan Rodgers, at hann væntar eina javna uppgerð, sum kann koppa báðar vegir.