Røðin av tónleikarum, ið enska kongahúsið hevur kosið til riddarar, hevur nú fingið enn ein í røðina.
William prinsur hevur kosið rocksangaran Rod Stewart til riddara. Og sostatt fáa Mick Jagger, Paul McCartney, Elton John, Tom Jones og Cliff Richard og aðrir ein í røðina afturat, ið kann nevna seg Sir.
Hendingin fór fram á Buckingham Palace, og fekk 71 ára gamli Stewart heiðurin fyri longu yrkisleið sína og fyri viðvirkan til tiltøk til vælgerandi endamál