Rockur í hásæti

? Vit arbeiða ikki miðvíst við at flyta okkum, men við nýggju tónleikarunum hava vit fingið nýggjan íblástur, sigur Henning Nicodemussen, trummuspælari í All That Rain. Á ólavsøku fara teir at spæla tveir nýggjar føroyskar rocksangir

Teir spæla rock, og tað ætla teir sær at halda fram við.
Vørumerkið hjá All That Rain hevur øll árini verður melodiøsur rocktónleikur, og hóast bólkurin hevur fórkað seg eitt sindur, síðani nýggir tónleikarar komu upp í, er bólkurin ikki farin heilt av leið.
? Vit spæla so ikki gøtiskan trans-popp, sigur Henning Nicodemussen, trummuspælari í bólkinum.
? Vit hava ongantíð lagt okkum ein ávísan stíl, men vit spæla rocktónleik, og tað gera vit eisini við nýggju manningini, sigur hann.

Nýtt tilfar
All That Rain hevur verið virkin bólkur í føroyska rocklandslagnum í fýra ár. Tá ið Kjølar løgdu árarnar inn, fóru tríggir av limunum í tí bólkinum víðari við bólkinum All That Rain.
Upprunaliga manningin í bólkinum varð broytt, tá ið Hans Ravnsfjall loysti Jens Marna Hansen av, og í fjør kom fyrrverandi Týr-sangarin Pól Arni Holm eisini upp í bólkin.
? Vit arbeiða ikki miðvíst við at flyta okkum, men við nýggju tónleikarunum hava vit fingið nýggjan íblástur, og tað eru vit glaðir fyri, sigur Henning Nicodemussen.
? Vit hava skrivað nýggjar sangir, og vit fara at spæla einar tveir av teimum á ólavsøku. Hetta er føroyskur rockur, sum kanska er eitt sindur harðari enn hjá All That Rain áður, men vit eru glaðir fyri tann vegin, vit eru farnir seinastu tíðina.

Blóman følnaði
All That Rain hevur seinastu tíðina verið nógv at hoyrt við nýggjari útseting av sanginum Fagra Blóma. Teir hava spælt sangin inn við lagnum, sum Hanus G. Johansen gjørdi til yrkingina hjá Poul F, og hesin sangurin hevur verið væl umtóktur á konsertum og í dansi.
All That Rain ætlaði eisini at leggja sangin á heimasíðuna hjá sær, so allir føroyingar kundu taka hann niður á telduna hjá sær, men hetta var av ongum, tá ið KODA kom upp í leikin. KODA umsitir rættindini hjá tónasmiðjum, og hóast teir í All That Rain høvdu fingið neyðug loyvi, so krevur KODA eitt ávíst gjald fyri sangir, sum skulu leggjast á netið, og hetta gjald var so stór, at teir í All That Rain sleptu ætlanini.
Men Fagra Blóma verður partur av skránni fyri ólavsøkukonsertina, og har verða fólk ikki snýtt fyri frísku útsetingina, sum All That Rain hevur gjørt av hesum kenda sangi.


All That Rain er mannað við tónleikarum úr ymsum pørtum av landinum. Ein havnamaður, ein vágamaður, ein sandoyingur og ein suðuroyingur spæla við, og teir hava verið eitt sindur spjaddir higarti.
Men teir verða meira savnaðir í heyst. Jens Tummas og Henning búgva í Havn, og í heyst skal Pól Arni Holm á skúla í Havn. Undirsjóvartunnilin hevur eisini gjørt tað leikandi lætt hjá Hans Ravnsfjall at ferðast úr Vágum til høvuðsstaðin.
? Tá ætla vit at venja nógv, og vit fara at arbeiða við nýggjum sangum, sum vit hava liggjandi, sigur Henning Nicodemussen.
Onkar ætlanir eru um nýggja útgávu enn, men All That Rain verður uttan iva ein virkin konsertbólkur í heyst og í vetur.

- - - -

All That Rain

Pól Arni Holm - sang
Hans Ravnsfjall - gittar
Jens Tummar Ness - bass
Henning Nicodemussen - trummur
Oskar Bjarnason ? ljómborð

Bólkurin varð stovnaður í 1999, eftir at Kjølar fóru í søguna. Jens Tummas, Henning og Jens Marni Hansen hildu fram við hesi trio, men seinni vóru onkrar broytingar gjørdar. Hans Ravnsfjall loysti Jens Marna av, og seinni kom eisini Poul Arni Holm upp í bólkin. Á ólavsøku verður Oskar Bjarnason gestatónleikari.

All That Rain er tiltikin konsert- og dansibólkur, men teir hava eisini gjørt vart við seg á fløgu. Í juni mánaði 2001 kom fløgan hjá teimum The Naked Truth.

All That Rain var við í Prixnum í 2001, og annars hava teir spælt nógv til dans og konsertir. Í fjør høvdu teir ein steðg í fleiri mánaðir, men í ár hava teir verið nógv úti og spælt og eru nú viðaftur á ólavsøkukonsertini.