Rocksangir hava tað trupult

Bleyti tónleikurin ræður á singlehitlistanum í Bretlandi. Bert tríggir rocksangir vóru á samlaða hitlistanum í 2010, og tað er lægsta tal síðani 1960. Blaðið Music Week skrivar, at bert tríggir sangir hjá rockbólkum komu inn á UK Top 100 singlehitlistan í Bretlandi í 2010.

 

Rocksangurin, sum kláraði seg best, var ein gamal sangur hjá Journey. Sangurin Don?t Stop Believin? frá 1981, sum er brúktur í eini nýggjari sjónvarpsrøð, var nummar 25 á listanum í fjør. Hinir báðir sangirnir, sum verða skrásettir sum rocksangir, vóru við Train og Florence And The Machine.

 

Hetta er lægsta tal á rocksangum á bretska singlehitlistanum síðan í 1960. Fyri tveimum árum síðani vóru 27 rocksangir á hitlistanum, so minkingin er stór eftir stuttari tíð. Hinvegin stórtrívist popptónleikurin á hitlistanum.