Rocksangari verður umhvørvisráðharri

Peter Garrett verður umhvørvisráðharri í Australia Garrett er sangari í bólkinum Midnight Oil. Hann er 54 ár og hevur mong ár á baki á umhvørvisøkinum, ikki minst eru sangirnir hjá bólkinum viðkomandi. Garrett varð valdur í parlamentið í Australia í 2004. Hann hevur sagt, at undir hansara leiðslu fer Australia at taka undir við Kyoto sáttmálanum skjótast gjørligt.

 

Kelda; ekstrabladet