Rocklegendur á Summar Festival

 

 

Legendarisku amerikansku rocksangararnir Joe Lynn Turner, Bobby Kimball og

Bill Champlin fara at framføra heimshitt á Summar Festivalinum

 

 

Tríggir kendir amerikanskir rocksangarar, sum hava verið sangarar í bólkum

sum Rainbow, Deep Purple, Chicago og Toto framføra við bólki á Summar

Festivalinum í august.

Sangararnir fara at framføra nakrar av kendastu sangunum, teir hava sungið

gjøgnum árini, og lagt er upp til eitt stórsligið rockkvøld á Vágsbøi.

Teir spæla undir navninum "Legends - Voices of Rock" og hava egnan bólk við

sær til Føroya.

 

 

Joe Lynn Turner

Joe Lynn Turner er ein verulig rocklegenda. Í næstan 30 ár hevur hann sungið

rocksangir sum solistur og í kendum bólkum.

Eftir tíðina sum sangari í bólkinum Fandago seinna partin av 70’unum, var

tiltikni gittarspælarin Richie Blackmore eftir Joe Lynn Turner og fekk hann

at verða sangara í bólkinum Rainbow. Og við framúr góðu røddini hjá Joe Lynn

Turner og fantastiska gittarspælinum hjá Richie Blackmore fekk Rainbow eitt

nýtt ljóð og var framhaldandi eitt stórt rocknavn fyrra partin av 80’unum.

Við Joe Lynn Turner á odda hittaði Rainbow við sangum sum Street Of Dreams,

I Surrender og Stone Cold, og samanlagt hevur Rainbow seld 30 milliónir

fløgur kring heimin.

Joe Lynn Turner hevur eftir tíðina í Rainbow verið virkin í nógvum ymiskum

samanhangum. Eitt skifti – og á einari útgávu – var hann sangari í Deep

Purple, og hann hevur eisini givið tónleik út við Yngwie Malmsteen.

Joe Lynn Turner hevur framvegis ein framúr góða rockrødd, sum føroyingar nú

sleppa at uppliva live fyri fyrstu ferð.

 

Bobby Kimball

Bobby Kimball munnu flestu føroyingar kenna. Orkufullu sangarin var

oddamaður í rockbólkinum Toto, tá ið bólkurin hevði sína stórtíð, og tað var

Bobby Kimball, sum legði rødd til stór hitt sum Africa og Hold The Line.

Bobby Kimball var tann perfekti sangarin til Toto, sum fann sítt egna ljóð

og var stórt navn um allan heimin, tá ið bólkurin seldi milliónir av sínum

útgávum. Samanlagt hevur Toto selt 35 milliónir eintøk av sínum fløgum.

Bobby Kimball hevur eisini givið tónleik út sum solistur, og seinnu árini

hevur hann ferðast kring allan heimin og havt framførslur. Hann hevur eisini

verið í Føroyum og hevði eina framúr góða konsert her.

Bobby Kimball er í góðum formi, nú hann ferðast víðahvar og hevur

framførslur við stóru Toto-hittunum.

 

Bill Champlin

Bill Champlin er virdur sangari og sangskrivari, og kring heimin er hann

best kendur sum sangari í poppbólkinum Chicago, har hann var oddamaður í 28

ár. Chicago var eitt av størstu poppnøvnunum í USA í 1970’unum, og sambært

tíðarritinum Billboard var Chicago tann bólkurin, ið stóð seg best á

hitlistunum í hesum tíðarskeiði. Chicago hevur selt slakar 40 milliónir

eintøk av sínum útgávum, hevur havt fimm plátur ovast á hitlistum og 21

top-10 stakløg. Millum stóru hittini, sum Bill Champlin hevur sungið, kunnu

nevnast Look Away og I Don’t Want To Live Without Your Love.

Bill Champlin hevur eisini spælt í øðrum bólkum – eitt nú Sons Of Champlin –

og hann hevur givið fløgur út sum solistur.

Hann hevur skrivað eina ørgrynnu av sangum til bæði sínar útgávur og útgávur

hjá øðrum. Hann hevur fleiri ferðir verið heiðraður fyri sangir, og millum

tónleikarar verður hann roknaður sum ein av teimum stóru poppsangarunum og

sangskrivarunum.