Seinastu árini hevur Summar Festivalurin bjóða kendar útlendskar rocklegendur á palli, men í ár verður tað eitt føroyskt rockshow, ið festivalgestirnir sleppa at uppliva á Vágsbøi.
Jens Marni Hansen, Karl Martin Samuelsen og Edmund Jacobsen verða solistar á konsertini, har útlendskir tónleikarar spæla undir. Nýggjar – og meira rockutar – útgávur av kendum føroysku rocksangum eru lagdar til rættis og verða framførdar við fullum útblástri seint leygarkvøldið.
Burtur úr rúgvuni av sangum, sum verða á skránni hjá Rockhetjum, kunnu nevnast Alla Nátt, Fyrstu Ferð, Misery og Breaking My Heart.
Fyrireikararnir lova, at føroysku rocksangirnir fara at rocka, sum teir sjáldan hava gjørt tað áður, tá ið Rockhetjur taka pallin á Vágsbøi leygarkvøldið.









