Rockhetja farin

Paul Kantner stovnaði legendariska bólkin Jefferson Airplane.

Paul Kantner var ein av stovnarunum av legendariska bólkinum Jefferson Airplane og seinni Jefferson Starship.

Hann andaðist 28. januar.

 

Kantner var við Jefferson Airplane millum teirra, ið framførdi á Monterey Pop Festivalinum í 1967 og á Woodstock festivalinum í 1969.

 

Paul Kantner giftist Grace Slick, ið eisini sang í áður nevndu bólkum, og tey áttu barn saman.

 

Paul Kantner, ið hevði havt hjartatrupulleikar, doyði 28. januar 2016, 74 ára gamal.