Rockbólkar tulka barnasangir á nýggjari ÚF-fløgu

Útvarp Føroya gevur um stutta tíð út enn eina fløgu við barnasangum í nýggjum hami

Í løtuni verður seinasta hond løgd á upptøkurnar til eina nýggja ÚF-fløgu.

Fløgan verður ein uppfylgjari av útgávuni við barnasangum, sum ÚF gav út í fjør. Fløgan var eitt stórt hit, og fleiri av sangunum hava verið nógv spældir í ? ÚF.

Millum teir mest kendu eru Syngja sama lag við Mark No Limits og Dukkan Fía við Regin Guttesen.

Á nýggju fløguni, sum verður klár til jólasøluna, fara kendir føroyskir popp- og rockbólkar enn einaferð at tulka kendar føroyskar barnasangir.

Mark No Limits hevur gjørt sína útgávu av Torvatrøllinum hjá Joka, Visible Fish spælir Í barnagarði ynski eg, og metalbólkurin Diatribes hevur sítt heilt serstaka ískoytið til fløguna.

Sum við fyrru fløguni er tað Johannes á Rógvu Joensen, sum leggur til rættis, og hann er nú í Danmark, har hann ger upptøkurnar við útisetunum lidnar.