Rock-konsert í Vestmanna

Hóskvøldið 26. mars spælir bólkurin 3st á Staðnum í Vestmanna. Bólkurin spælir popputan rockmusikk, ið hevur eitt alternativt twist. 3st fær sín íblástur líka frá tí, ið er so friðarligt, at tað næstan ikki hoyrist, til metaltónleik, ið kann loysa trummhinnur.

 

Til ber at lesa um 3st og hoyra teirra tónleik á www.myspace.com/3stfan

 

Bólkurin 3st verður við á festivalinum við Múrin, ið verður í Kirkjubø í summar.