Rock konsert í Losjuni í Gøtu fríggjakvøldið

   

Fríggjakvøldið 20. juni verður rockkonsert við bólkunum Gestir og Makrel. Dyrnar lata upp kl. 22. Kostnaður 80 kr (limir í Grót 50 kr).
Prix vinnararnir Gestir vóru bodnir at spæla á Nibe Festival í Norður-Jyllandi 27 juni, og í tí sambandi hava teir gjørt nokkso fitt av nýggjum tilfari. Nú verður høvi hjá føroyingum at fáa ein lítlan forsmakk í Losjuni.
Makrel góvu út fløguna "Makrel Stinkar" herfyri og bæði Gestir og Makrel eru aktuellir á nýggju "Prix Krem" fløguni.
Tað er Tónleikasamtakið Grót ið skipar fyri.