Tíðindaskriv
Tað verða bólkarnar Narnia úr Svøríki og I Am úr Føroyum.
Bólkarnir báðir hava nógvar royndir innan tónleik, og ikki minst man I Am vera bæði kent og væl umtókt her í Føroyum. Teir hava lutikið á Prix Føroyar og vunnu eisini Gospel-Prix?ið. Síðani hava teir ferðast runt landi og uttan fyri landaoddarnar.
Eisini hava teir givið tvær fløgur út, og hevur tann seinna av hesum selt fleiri enn 1.800 eintøk.
Narnia er úr Svøríki og er ein tann kendasti Rock Bólkurin í norðurlondum innan gospeltónleikin. Teir hava givið út fýra fløgur, sum allar hava verið sera vælumtóktar.
Tað er Adore Music, sum skipar fyri Konsertini í Skálabotni.