Roche knekkaði

Púra óvæntað vann ein súkklari av Bermuda landavegskoyringina. Gunnar Dahl-Olsen var besti føroyingurin á einum 10. plássi

Lerwick: Føroyar fáa heiðursmerki í býarkoyringini. Tað má í øllum førum verða niðurstøðan, nú tað ikki eydnaðist á landavegnum.
Føroysku súkklararnir plaga altíð at koma heim við einum heiðursmerki av onkrum slag, og skal tað vera, so skal tað nú verða í býarkoyringini.
Í landavegskoyringini eydnaðist nevnliga ikki at fáa metal av nøkrum slag, tá tað ikki eydnaðist Gunnari Dahl Olsen at hanga í, tá feltið fullkomuliga sprongdist á seinasta av teimum fimm umgangunum, sum súkklaðir vórðu.
Longu á fyrsta umganginum struku tríggir súkklarar avstað, og sum væntað, so var Andrew Roche av Isle of Man millum teirra, sum sótu í útbrotinum. Einum útbroti, sum alt fyri eitt vann eitt stórt hol niður til teir næstu.
Men púrasta óvæntað, so eydnaðist tað ikki hjá Roche at halda fast. Hann hevur annars verið at kalla einaráðandi á fleiri oyggjaleikum á rað, men tað eydnaðist so ikki hjá honum hesaferð. Ístaðin varð tað Geri Mewett av Bermuda, sum streyk fyrstur um málið, og síðani komu fýra Man-búgvar á næstu plássunum.
Gunnar Dahl-Olsen, sum altso hekk í feltinum stóran part av teininum, megnaði ikki at sita við heilt frammi, tá feltið skrædnaði, men eitt heiðurligt 10. pláss gjørdist talan so kortini um.

Føroysku úrslitini
10Gunnar Dahl Olsen+1,31
21Eli Christiansen+10,02
28Esmar Joensen+1 umfar