Robson verður landslisðvenjari

Bryan Robson, sum í drúgt áramál bar siðvandu troyggjuna við 7-talinum í Manchester United, hevur sagt ja-takk til at royna seg sum thailendskur landsliðsvenjari. Robson, sum í dag er 52 ára gamal, hevur áður verið venjari hjá Middlesbrough, Bradford og WBA, men í ongum av førunum gjørdist talan um tey heilt stóru úrslitini. Í Thailandi hevur hann skrivað undir fýra-ára langa sáttmála, har málið er at fáa landið til HM-endaspælið í 2014.