Robson nýggjur venjari í Sheffield

Bryan Robson er nýggur venjari í Sheffield United. Besta liðið hjá felagnum hevur staðið uttan venjara síðan Neil Warnock segði seg úr starvi, tá ið felagið flutti niður í næstbestu deildina fyri níggju døgnum síðan.

 

50 ára gamli Robson hevur í síni tíð sum venjari vant Middlesbrough, Bradford og West Bromwich.