Brasilia er komið aftur á rættkjøl, eftir at teir í Copa America løgdu út við at tapa fyri Meksiko. Uppreisnin kom í gjár, tá ið teir vunnu sannførandi 3-0 á Kili. Bóltsnillingurin Robinho skeyt øll trý málini. Brasilia manglar nú Ekvador í seinasta bólkadystinum, og her skal nógv henda, áðrenn teir skulu missa møguleikan at koma víðari.