Robinho er nú City-leikari

Brasilski bóltsnillingurin, Robinho, er ikki longur at finna í Real Madrid. Stutt fyri midnátt, tað vil siga stutt áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, skrivaði hann undir sáttmála við enska Manchester City. Enska felagið skifti eigarar sama dag, og ríkmenninir, sum hava keypt felagið, aftra seg eftir øllum at døma ikki við at leggja pening á borðið fyri nýggjar spælarar. Teir hava goldið Real Madrid góðar 312 milliónir krónur fyri Robinho. 24 ára gamli Robinho skoraði 25 mál í 101 dysti fyri Real Madrid. Sáttmálin er galdandi í fýra ár, og Robinho gerst fjórði brasilski spælarin í City-hópinum. Hinir eru Jo, Elano og Glauber Berti.