Robin Williams var heimskendur sum sjónleikari – ikki minst í skemtiligum filmsleiklutum, men eisini í onkrum meira álvarsomum filmum.
Eitt umboðsfólk hevur váttað, at Robin Williams doyði fyrr í dag. Í fráboðanini var sagt, at Robin Williams hevur havt álvarsama depressión seinastu tíðina, men tað var ikki beinleiðis sagt, at hann hevði tikið lívið av sær.
Hinvegin hava politimyndugleikarnir sagt, at málið verður viðgjørt sum eitt sjálvsmorðsmál, men at allar umstøðurnar kring deyðan hjá Robin Williams eru ikki kannaðar og avkláraðar enn.
Kona Robin Williams, Susan Schneider, sigur í eini fráboðan, at hon vónar, at fólk fara at minnast Williams fyri tær mongu løturnar við látri og gleði, sum hann hevur givið milliónum av fólki.
Robin Williams var 63 ára gamal.










