Liðskiparin hjá Arsenal hevur nú boðað frá, at hann ikki heldur fram í Arsenal. Sáttmálin hjá honum gongur út um eitt ár og verður ikki longdur.
«Eg havi havt ein fund við leiðsluna og tað er mær nú geitt, at vit ikki hava somu ynskir fyri framtíðina og hvussu Arsenal aftur skal koma á ovastu rók, sigur Robin van Persie.
Arsenal hevur í fleiri ár selt sínar bestu leikarar og hevur av tí sama ikki megnað at kappast við eitt nú Manchester United, Chelsea og Manchester City um meistaraheitið seinnu árini. Menn sum Thierry Henry, Cesc Fabregas, Samir Nasri, Emmanuel Adebayor og Gael Clichy eru allir seldir.
«Eg havi hugsað leingi um tað og eri komin til tað niðurstøðu, at eg leingi ikki sáttmálan, sigur 28-ára gamli Robin van Persie sambært BBC.
Hollendski framherjin skoraði ikki færri enn 43 mál í 52 dystum í farna kappingarár og var kosin til ársinsleikara bæði av PFA(Professional Footballers' Association) og av ítróttarskrivarunum.
Manchester City og Juventus hava verið sett í samband við leikaran, sum síðani 2004 hevur skotið mál fyri Arsenal.