Robin og Jórun vunnu Fitness Føroyar kappingina

Tað gjørdist Robin Jønsson og Jórun Larsen Mørkøre, sum vunnu Fitness Føroyar kappingina á Hotel Føroyum í kvøld. Hetta er annað árið á rað, at Robin vinnur kappingina hjá monnum.

 

Robin Jønsson vann kappingina frammanfyri Dann Johansen. Hóast hann eisini vann kappingina í fjør, so hevur tað als ikki tikið hugin frá honum at venja víðari.

 

- Tú skal ikki verða nøgdur, men altíð verða sinnaður at læra meiri, sigur Robin Jønsson, sum áhaldandi hevur vant síðani sigurin í fjør.

 

Jórun Larsen Mørkøre vann kappingina hjá kvinnunum frammanfyri Jóninu Tegeder, sum bleiv nummar tvey.

 

- Eg havi vunnið á mær sjálvari, sigur Jórun L. Mørkøre, sum vann kappingina hjá kvinnum.

 

Kappingin var á Hotel Føroyum og dómarar vóru komnir úr Danmark.

 

Úrslit Menn:

1. Robin Jønsson

2. Dann Johansen

3. Rani Dahl Olsen

4. Uni Mikkelsen

5. Páll Holm Jacobsen

6. Mortan H. Jespersen

7. Bogi Joensen

 

Úrslit Kvinnur:

1. Jórun Larsen Mørkøre

2. Jónina Tegeder

3. Árna Fjallstein

4. Marita D. Magnussen