Robin Hood deyður

Amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur skotið leiðaran í frælsisrørsluni í Puerto Rico, Filiberto Ojeda Rios. Hann var 72 ára gamal.

Tann 12. september í 1983 rændu hann og nakrir aðrir meiri enn sjey milliónir dollarar frá einari amerikanskari fyritøku. Pengarnar brúktu teir til at fíggja frælsisbardagan og til at hjálpa teimum fátæku, og tað gjørdi, at fólk í Puerto Rico sammettu frælsismannin við Robin Hood.

Fimm ár eftir ránið varð Rios tikin, men hann slapp leysur ímóti loysigjaldi. Trý ár seinni varð hann aftur tikin, og hesaferð fekk hann 55 ára fongsul, men tað eydnaðist honum at flýggja longu tvey ár eftir dómin. Nakað seinni viðgekk hann, at hann hevði verið við, tá ellivu amerikonsk flogfør vórðu sprongd í luftina á einum hernaðarflogvølli í Puerto Rico.

Síðani hevur FBI leitað eftir honum, og fyri nøkrum døgum síðani kom samveldisløgreglan fram á hann. FBI vil vera við, at Rios doyði í skotbardaga við løgreglumenninar, men í Puerto Rico er eingin í iva um, at FBI-menninir høvdu fingið boð um at skjóta hann.