Robin Gibb vaknaður úr koma

Familjan hjá krabbameinssjúklinginum Robin Gibb kann nú tosa við Bee Gees stjørnuna, sum hevur ligið í koma í yvir eina viku.

 

Eftir at Robin Gibb hevur ligið í koma í eina viku, er hann nú vaknaður aftur, og heilsan sær út til at vera batnað. Tað sigur umboðsmaðurin hjá sangaranum, Doug Wright, sambært BBC og bt.dk.

 

Wright sigur, at Robin Gibb nikkar og samskiftir við familjuna, sum hevur staðið við hansara lið í sjúkrahúsinum í London.

 

Tann 62 ára gamli sangarin hevur leingið barst við krabbamein, sum hann hevur havt í tarminum og í livrini, men tað var ein lungabruni, sum fekk hann í koma. Robin Gibb skuldi upprunaliga undir skurð orsaka av einari tarmsjúku, men tá

funnu læknarnir útav, at hann hevði ein svulst í tarminum. Hann fekk síðani staðfest krabbamein í tarminum og í livrini.

 

Kona hansara, Dwina Gibb, hevur sagt við útlendskar miðlar, at familjan hevur roynt at fáa hann at vakna við at spæla tónleik fyri honum. Børnini hjá Gibb og beiggi hansara Barry Gibb hava øll spælt fyri honum, meðan hann hevur ligið í koma.