Robin Gibb í koma

62 ára gamli Robin Gibb berjist aftur fyri lívinum. Fyri stuttum fekk hann annars at vita, at hann var frískur. Tað fekk fleiri miðlar kring heimin at skriva “staying alive”.

 

Men í gjár varð hann innlagdur á sjúkrahús í Bretlandi, har hann nú er í koma. Gibb hevur havt krabbamein í livrini og tarminum, og nú verður sagt, at læknarnir hava funnið ein svulst aftrat. Haraftrat hevur hann fingið lungabruna.

 

Robin Gibb fekk trupulleikar við heilsuni í oktobur 2010. Har fekk hann trupulleikar við tarminum, og tað er sama sjúka, sum beiggi hansara Maurice doyði av fyri níggju árum síðani.

 

Robin Gibb hevur avlýst fleiri konsertir í seinastuni, tí hann hevur verið illa fyri.

 

Ein bretskur serfrøðingur sigur við The Sun, at Robin Gibb ikki hevur nakrar kreftir longur. Heilin hjá honum reagerar ikki uppá pínu ella at hoyra røddina hjá einum hann kennir. Tí heldur læknin, at krabbameini allarhelst hevur spreitt seg til

heilan, men at talan eisini kann verða um ein bruna í heilanum. Enn ber ikki til at staðfesta um Robin Gibb fer at vakna aftur.

 

Kelda. bt.dk