Robin Gibb hevur tað frægari

Fyri nøkrum mánaðum síðani ljóðaði tað sannlíkt, at Robin Gibb skuldi doyggja orsakað av krabbameinssjúku. Men nú hevur fyrrverandi Bee Gees-stjørnan góð tíðindi.

 

– Tað er sera einfalt. Eg fekk ein svull í tarmin. Men hann varð tikin burtur. Eg fekk góða viðgerð frá einum framúrskarandi lækna, og tískil hevur úrslitið verið sera gott, sigur hann.

 

Leysasøgurnar um vánaligu heilsuna hjá Gibb vórðu settar í gongd, tá ið 61 ára gamli maðurin bleiv sæddur í London. Kroppurin hjá honum sá sera tunnur út. Men leysasøgurnar um, at hann nærkaðist deyðanum, vóru als ikki sannar. Hetta sigur Robin Gibb sjálvur.

 

– Eg havi ongantíð tosað við nakran um støðuna hjá mær. Nakrar av søgunum vóru um viðurskifti, ið eg ikki eingong visti um meg sjálvan, sigur hann.

 

Nú eg tað tó nógv betri. Svullurin er burtur, og eg havi tað sera gott. Eg havi einans eina skurðviðgerð eftir.

 

Næsta konsertin hjá Robin Gibb er tann 13. Februar í London.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð